Nýggja Testamenti í nýggjari týðing eftir Hans J. Joensen, Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen

Nýggja Testamenti í nýggjari týðing eftir Hans J. Joensen, Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen

325,00 kr
Sale price  325,00 kr Regular price 
Skip to product information

Nýggja Testamenti ber okkum boð um trúgv, vón og kærleika, um lív, deyða og uppreisn og er grundvøllurin saman við Gamla Testamenti undir kristnu trúnni. Tað er søgan yvir øllum søgum, sett saman av ymiskum frásøgum av ymiskum slagi, sum siga frá Jesusi, Guds Soni, og læru hansara. Eisini er Nýggja Testamenti ein týðandi liður í gudstrúgv og mentanararvi okkara.

Týðingin hjá Hans Jacob Joensen er ein dygdargóð týðing úr frummálinum til tíðarbært føroyskt mál. Hans Jacob setti sær sum mál at gera eina økumeniska týðing, ætlað øllum kristnum uttan mun til trúarsamfelag. Í týðingini varðar Hans Jacob um liturgiska siðvenju og orðaljóð, sum hava fastar røtur í fólki okkara. Hann er tilvitaður um siðvenju innan føroyska bíbliutýðing og leggur dent á at varðveita eitt ríkt myndamál. 

Bíbliutýðingin heldur fast við gudfrøðilig kjarnuhugtøk við sterkum merkingarligum virði. Málið er, at nýggja týðingin kann nýtast til ymisk høvi, í ymiskum høpi og at hugsavna seg um kristna arvin og kristnu læruna.

Sum partur av týðingini er eitt fjølbroytt alsavn við fótnotum, orðafrágreiðingum og kortum. Harafturat er áherðsla løgd á at gera eina útgávu, sum er lesivinarlig, og hetta sæst m.a. aftur málsliga, í uppseting og litvali.

Viðmerkingar kunnu sendast til: Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, málsligur ritstjóri og samskipari á Bíbliuverkætlanini: katrin@biblia.fo 

Um bókina
Týtt úr grikskum hevur Hans Jacob Joensen
Tilevnað grafiskt hevur Andras Eliassen, iSolveIT
Kápuprýðing eftir Jenny Svabo, Føroyaprent
Útgevari: Føroyska Bíbliufelagið
Útgivin: 2026
Blaðsíður: 480
Alsavn er savn við orðafrágreiðingum, fótnotum og kort í litum.
Kr. 325,00
Ókeypis útbering í Føroyum.

You may also like