{"product_id":"frasognin-hja-markusi-um-jesus","title":"Frásøgnin hjá Markusi um Jesus","description":"\u003cp\u003eFrásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalem. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eVøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard prýtt. Í bókini er fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eMartin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eFøroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eFrásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eVit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin áðrenn, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eLes ummæli av bókini \u003ca href=\"https:\/\/biblia.fo\/news\/266\/ummaeli-av-bokini-frasognin-hja-markusi-um-jesus\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\"\u003eher\u003c\/a\u003e\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e","brand":"bibliafo","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":53269691793687,"sku":null,"price":149.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/1004\/2271\/3623\/files\/markus.jpg?v=1778863612","url":"https:\/\/keyp.biblia.fo\/products\/frasognin-hja-markusi-um-jesus","provider":"bibliafo","version":"1.0","type":"link"}