{"product_id":"biblia","title":"Nýggja Testamenti í nýggjari týðing eftir Hans J. Joensen, Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen","description":"\u003cp class=\"max-w-[850px] prose text-base md:text-lg text-accent\"\u003eNýggja Testamenti ber okkum boð um trúgv, vón og kærleika, um lív, deyða og uppreisn og er grundvøllurin saman við Gamla Testamenti undir kristnu trúnni. Tað er søgan yvir øllum søgum, sett saman av ymiskum frásøgum av ymiskum slagi, sum siga frá Jesusi, Guds Soni, og læru hansara. Eisini er Nýggja Testamenti ein týðandi liður í gudstrúgv og mentanararvi okkara.\u003c\/p\u003e\n\u003cdiv class=\"max-w-[850px] prose text-sm md:text-base text-neutral-500 mt-4\"\u003e\n\u003cp\u003eTýðingin hjá Hans Jacob Joensen er ein dygdargóð týðing úr frummálinum til tíðarbært føroyskt mál. Hans Jacob setti sær sum mál at gera eina økumeniska týðing, ætlað øllum kristnum uttan mun til trúarsamfelag. Í týðingini varðar Hans Jacob um liturgiska siðvenju og orðaljóð, sum hava fastar røtur í fólki okkara. Hann er tilvitaður um siðvenju innan føroyska bíbliutýðing og leggur dent á at varðveita eitt ríkt myndamál. \u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eBíbliutýðingin heldur fast við gudfrøðilig kjarnuhugtøk við sterkum merkingarligum virði. Málið er, at nýggja týðingin kann nýtast til ymisk høvi, í ymiskum høpi og at hugsavna seg um kristna arvin og kristnu læruna.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eSum partur av týðingini er eitt fjølbroytt alsavn við fótnotum, orðafrágreiðingum og kortum. Harafturat er áherðsla løgd á at gera eina útgávu, sum er lesivinarlig, og hetta sæst m.a. aftur málsliga, í uppseting og litvali.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eViðmerkingar kunnu sendast til: Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, málsligur ritstjóri og samskipari á Bíbliuverkætlanini: \u003ca href=\"katrin@biblia.fo\" rel=\"noopener\" target=\"_blank\"\u003ekatrin@biblia.fo\u003c\/a\u003e \u003cbr\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eUm bókina\u003c\/strong\u003e\u003cbr\u003eTýtt úr grikskum hevur Hans Jacob Joensen\u003cbr\u003eTilevnað grafiskt hevur Andras Eliassen, iSolveIT\u003cbr\u003eKápuprýðing eftir Jenny Svabo, Føroyaprent\u003cbr\u003eÚtgevari: Føroyska Bíbliufelagið\u003cbr\u003eÚtgivin: 2026\u003cbr\u003eBlaðsíður: 480\u003cbr\u003eAlsavn er savn við orðafrágreiðingum, fótnotum og kort í litum.\u003cbr\u003eKr. 325,00\u003cbr\u003eÓkeypis útbering í Føroyum.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003ciframe title=\"YouTube video player\" src=\"https:\/\/www.youtube.com\/embed\/1FMABceWDCU?si=98M7LYlmjM_Fwstg\" height=\"315\" width=\"560\"\u003e\u003c\/iframe\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003c\/div\u003e","brand":"bibliafo","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":53137511088407,"sku":null,"price":325.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/1004\/2271\/3623\/files\/Screenshot2026-05-12at10.26.27.png?v=1778577995","url":"https:\/\/keyp.biblia.fo\/products\/biblia","provider":"bibliafo","version":"1.0","type":"link"}